Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Úlpumenn eru ikki at spæla við. Hans Kristian Simonsen gandaði fram eina kreativa loysn, tá støðan var farin at lukta av remis. Ósigraði oddamaðurin stendur nú til at vinna sítt annað FM-heiti. Kollfirðingurin var føroyameistari í 2002

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, høgrumegin, hevur nú funnið FM-formin. Hann telvaði aftur sannførandi í dag og vann á Luitjen A. Apol. Í síðsta umfari Langa fríggjadag skal hann í takholtur við ósigraða oddamannin, Hans Kristian Simonsen

Borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, støkk inn á gólvið á Skúlatrøð í dag. Har hitti hann yngra bróðirin, Haldur Suna, sum telvar í meistarabólkinum. Haldur hevur búð í Havn í nógv ár, men umboðar framvegis Klaksvíkar Talvfelag

Talvsambandið: Tað er spenningur við lít fyri seinasta umfar í FM-kappingini í talvi í morgin Langa fríggjadag. 

Kappingin stendur millum tríggjar telvarar, ið allir kunnu strúka avstað við FM-heitinum. Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at standa á jøvnum millum tveir av hesum trimum, soleiðis at FM-heitið skal avgerast við umdysti. Um so er, verður avgerðin at bíða til páskaaftan leygardagin.

Nú seks av sjey umførum eru avgreidd, sæst, at teir tríggir fremstu eru farnir langt undan hinum. Og hyggur tú av avrikunum, er skjótt at staðfesta, at stórur munur er á leikdygdini hjá hesum trimum og hinum. Stutt sagt er klassamunur á Hans Kristiani, Martini, Høgna og so hinum. Vit kunnu eisini siga, at hinir fýra hava ikki verið mentir at geva oddamonnunum munadygga mótstøðu.

Tað tykist eisini, sum hevja teir tríggir sítt spæl av álvara, nú tað sansar at móti endanum. Martin og Høgni telvaðu báðir sannførandi og vunnu instruktivt í dag. Hans Kristian var ikki líka stílreinur, men hevur kortini yvirskot og rástyrki til at finna loysnir í krevjandi støðum.

Hans Kristian fekk ikki stórvegis burturúr við svarta fólkinum í frúgvaindiskari byrjan móti Samson. Kollfirðingurin kendi seg seinni noyddan at offra eina finnu fyri at skunda undir eitt álop, men við røttum verjuspæli átti Samson at gagnnýtt betur ta góðu støðu, hann í veruleikanum hevði. Hans Kristiani til rós skal sigast, at hann hevur hugflog og dirvi at finna kreativar, umenn í so váðafúsar loysnir at forða fyri, at støðan fánar burtur í eitt deytt remis. Brádliga snýtti Hans Kristian vestmenningin við góðari taktiskari vending.

Martin vann somuleiðis sannførandi á Margari. Frúgvauppbýtið var Martini til fyrimunar, tí Margar stendur eftir við veikari avbyrgdari miðfinnu. Martin telvaði nú Margar niður posisjónelt.

Sama kann sigast um talvið millum Høgna og Luitjen. Høgni fekk skjótt góða støðu - óvæntaði annar leikurin hjá honum við hvíta fólkinum í sisilianskum (2. a3!) - tók kanska Luitjen á bóli. Høgni telvaði sera væl í dag og vann ógvuliga sannførandi. 

Sum heild kann sigast, at oddamenninir hava eina meira heilrunna talvfatan enn hinir, ansurin fyri tí posisjónella og strategiska í spælinum er á einum øðrum stigi enn hjá hinum. 

Toppdystur í síðsta umfari
Í morgin Langa fríggjadag er seinasta umfar á skránni. Tá møtast Hans Kristian Simonsen og Høgni Egilstoft Nielsen. Hans Kristian hevur hvíta fólkið. Triði FM avbjóðarin, Martin Poulsen, telvar við hvíta fólkinum móti Samson Højgaard.

Alt kann hugsast. Sannlíkindini fyri, at tað fer at standa á jøvnum millum tveir, tá avtornar, er stórur. Ein fyritreyt fyri tí er, at Martin Poulsen vinnur sítt talv. Ger hann ikki tað, verður talvið millum hinar báðar ein FM-finala burturav. 

Verður endin tann, at tað stendur á jøvnum í oddanum, verður umdystur leygardagin. Tá verður tað helst soleiðis, at telvast skulu fyrst tvey kviktalv. Stendur tað framvegis á jøvnum eftir tað, eru snartalv á skránni.

Allir tríggir hava roynt tað fyrr. Martin Poulsen eigur fýra FM-heiti (2003, 2004, 2006, 2009), Høgni Egilstoft Nielsen hevur tvær ferðir verið føroyameistari (2014 og 2020) og Hans Kristian Simonsen eigur eitt FM-heiti (2002).

Klokkurnar verða settar í gongd klokkan 14.00 í morgin fríggjadagin á Skúlatrøð. Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum umvegis heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Støðan í FM-bólkinum
1. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
2. Martin Poulsen, HT 5
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5
4. Margar Berg, HT 2½
5. Rani Nolsøe, KTF 2
6. Luitjen A. Apol, HT 1½
7. Haldur S. Johansen, KTF 1½
8. Samson Højgaard, VT 1

6. umfar 1. apríl
Samson - Hans Kristian 0 - 1
Margar - Martin 0 - 1
Høgni - Luitjen 1 - 0
Rani - Haldur ½ - ½

7. umfar 2. apríl
Hans Kristian - Høgni
Martin - Samson
Haldur - Margar
Luitjen - Rani

Hinir bólkarnir
Telvarar úr Klaksvíkar Talvfelag standa seg best í hinum báðum bólkunum. Átjan telva í almenna bólkinum, og fjúrtan hjá unglingunum.

Almenni bólkurin
1. Janus Skaale, KTF 5½
2. Henrik W. Joensen, RT 5
3. Heðin Gregersen, KTF 4

18 luttakarar

Unglingar
1. Jónas Sólsker, KTF 5
2. Rókur Davidsen, KTF 4½
3. Brestir Samuelsen, HT 4½

14 luttakarar

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, høgrumegin, hevur nú funnið FM-formin. Hann telvaði aftur sannførandi í dag og vann á Luitjen A. Apol. Í síðsta umfari Langa fríggjadag skal hann í takholtur við ósigraða oddamannin, Hans Kristian Simonsen

Borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, støkk inn á gólvið á Skúlatrøð í dag. Har hitti hann yngra bróðirin, Haldur Suna, sum telvar í meistarabólkinum. Haldur hevur búð í Havn í nógv ár, men umboðar framvegis Klaksvíkar Talvfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo