Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Hvørt ár flyta hundraðtals ungdómar úr Føroyum — flestu teirra við útbúgving fyri eyga. Í tjúgu ára aldri eru umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum, tá ið flestu eru búsitandi uttanlands. Bara helvtin av hesum flyta heimaftur, tá ið tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum. Persónar við føroyskum bústaðartilknýti, sum ikki búgva í Føroyum, verða sostatt fleiri og fleiri. 

Persónarnir við føroyskum bústaðartilknýti, sum framvegis búgva uttanlands og hava førleikagevandi útbúgving skrásetta í Danmark, eru vorðnir 3.600 fleiri í tali síðan aldarskiftið.  

Hetta vísir nýggj hagtalsuppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Uppgerðin er grundað á dátur úr donsku útbúgvingarskipanini, sum eru fingnar til vega í samstarvi við Danmarks Statistik. Um ein persónur hevur fleiri útbúgvingar, sum hava sama útbúgvingarstig, tá er tað tann nýggjasta útbúgvingargreinin, sum er tald við. Dáturnar fata um tey, sum hava búð í Føroyum, hava  føroyskt p-tal og hava útbúgving sína skrásetta í Danmark.

Triðingur útbúgvin innan heilsu- og umsorganarøkið
Nógvar ymiskar útbúgvingargreinar eru umboðaðar millum førleikagevandi útbúgvingarnar, sum teir umleið 3.600 persónarnir hava lokið. Talvan niðanfyri vísir útbúgvingarnar hjá teimum skiftar á tíggju høvuðsútbúgvingargreinar.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo