BirkBlogg: Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina.
Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo