Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Toyota saman við m.o. Subaru og Mazda siga nú alment, at forbrenningsmotorurin fer ongan veg, hóast sølan av elbilum er vaksandi.

Forbrenningsmotorurin skal mennast víðari og brúka Co2-neutralt brennievni, sokallað e-fuel.

Samstundis eru Porsche og Siemens í gongd við at gera tað sama á eini verksmiðju í Chile.

Allar nevndu fyritøkurnar og aðrar hava júst havt ein almennan tíðindafund um málið.

Mazda leggur út við at vísa ein rasarabil við einum 1,5 litra Sky-Active motori. Talan er um ein Mazda Spirit Racing Bio, sum koyrir uppá eitt nýtt slag av reinum biodiesel.

Meðan 6 av stóru framleiðarunum, Ford, GM, Mercedes, Volvo, BYD og Jaguar/Land Rover saman við fleiri londum – harundir Danmark – á COP26 skrivaðu undir uppá, at forbrenningsmotorurin skuldi útfasast áðrenn 2040, so ávarar Toyota um, at elbilurin als ikki gevur meining í stórum parti av heiminum.

Toyota sigur, at ein framtíð uttan forbrenningsmotor áðrenn 2040 er púrasta ómøgulig. Í stórum parti av heiminum, Afrika, Asia og í Miðeystri t.d., eru als ikki umstøður til at brúka elbilar.

Tí er ein einsíðug avtøka av forbrenningsmotorinum púra skeiv – ístaðin eigur bæði motorurin og brennievnið at verða ment, so útlátið verður reint.

VW tekur undir við Toyota, at tað ber ikki til at avtaka bensin- og dieselmotorarnar áðrenn 2040.

Toyota og Subaru ætla at vísa heiminum, hvat tey meina við, tá Super Taiku-koyringin verður næsta ár. Tveir nýggir bilar, GR86 og BRZ, fara at luttaka. Teir brúka báðir eitt slag av biobensin, sum gevur reint útlát.

Toyota fer eisini at arbeiða víðari við sínum brintrikna rasarabil, sum hevur luttikið í fleiri kappkoyringum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo