Tottenham er nú á einum triðjaplássi við 74 stigum eftir at Harry Kane skoraði einasta málið móti Newcastle.
Og Chelsea leikti javnleik, 1-1, móti Huddersfield.
Og eftir hesi úrslitini í kvøld er støðan henda eftir meistararnar Manchester City og tveyarin Manchester United:
Tottenham, sum longu nevnt, á triðjaplássinum við 74 stigum. Liverpool er nummar fýra við 72 stigum, meðan Chelsea er nummar fimm við 70 stigum.
Við øðrum orðum hevur Tottenham tryggjað sær eitt pláss í Champions League.
Liverpool skal bert hava eitt stig heima móti Brighton, um Chelsea vinnur úti móti Newcastle.
So skal Chelsea hava nakran tjans, má Liverpool tapa fyri fyrstu ferð hesa sesongina heima á Anfield.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo