Tórshavnar kommuna: Nú fríggjakvøldið 4. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá føroyska liðið fyri fyrstu ferð í 17 ár aftur skal spæla venjingardyst á heimavølli. Tveir dystir eru á skránni í hesum umfarinum, sum báðir verða á Tórsvølli.
Tann 4. juni klokkan 19.45 koma íslendingar á vitjan, og mánadagin 7. juni, somuleiðis klokkan 19.45, verður Liktinstein mótstøðuliðið.
Arbeiðið á og við vøllin er um at verða liðugt og vestursíðan byrjar at taka seg væl út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo