Lesandi føroyingar í Keypmannahavn hittast í gjár til Lestrargognu. Annika Olsen, borgarstjóri, setti dagin í Føroyahúsinum seinnapartin.
Í røðu síni legði hon millum annað dent á eina rúmliga kommunu, sum í framtíðini fær stóran tørv á ungum, evnaríkum og framfýsnum borgarum. Borgarstjórin segði eisini, at kommunan fegin vil hava lesandi í starvsvenjing soleiðis, at tey ungu eisini fáa hvest síni evni og roynt vitanina í verki.
Føroysku lestrarfeløgini í Keypmannahavn skipa í felag fyri Lestrargonguni. Niðanfyri er røðan, sum Annika Olsen flutti fram í Føroyahúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo