Fleiri spennandi útlendsk og føroysk tónleikanøvn fara á pall á Vaglinum í Havn nú leygardagin 22. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fjórðu ferð skipar fyri Tórsfest.
Tórsfest var hildið fyrstu ferð í 2014, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Síðsta ár vóru tað Carpark North, Saybia og Sean Kingston, sum vóru høvuðsnøvn á Tórsfest.
Og leygarkvøldið verður so Vaglið og gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast á Vaglinum. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havnini leygarkvøldið fyri ólavsøku.
Tey sum fara at framføra leygarkvøldið eru John Martin og Michel Zitron, sum vit kenna frá Swedish House Mafia, Seeb, Dave Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Swangah, Marius, Hamradun, Páll Finnur Páll, Janus W. Mortensen og Jákup Eli Joensen.
Tórsfest eisini fyri børnini
Tórsfest leygardagin er eisini fyri børnini, tí um dagin er bæði spæliland og ymisk barnatiltøk. Jensina Olsen fer á pall kl. 16.00 og kl. 16.45 fara TrøllaOmman, TrøllaPætur og Ommudid at undirhalda.
Forsølan gingið væl
Forsølan til Tórsfest 2017 hevur gingið væl, og í skrivandi stund eru ikki nógv atgongumerki eftir í forsølu. Fyriskipararnir hava tí gjørt av, at forsølan endar í dag kl. 18.00. Eftir hetta verður bara ein sera avmarkað nøgd av duraatgongumerkjum sett til sølu. Hesi kunnu keypast á ebillett.fo í kvøld frá kl. 18.00 og á Torginum í SMS frá hósdegnum kl. 15.00 og til eingi eru eftir.
Fá armbandið á áðrenn Tórsfest byrjar
Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum við inngongdina, heita fyriskipararnir á fólk, sum hava keypt atgongumerki, um at fáa armbandið á, áðrenn Tórsfest byrjar. Armbond fáast í Kunningarstovuni í Steinatúni frá hósdegnum 20. juli og líka til tiltakið endar. Tað ber eisini til at fara á Torgið í SMS hósdagin og fríggjadagin millum kl. 15-18 at fáa armband, siga fyrireikararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo