Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta festivalinum – Seniorfestivalinum.
Hetta verður, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri setur festivalin, leygardagin 3. juni frá kl. 15.00.
12 vælumtóktir tónleikabólkar luttaka.
Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv - Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett - Hallur Joensen - Skálafjarðar sløkkilið, Hanna og Terji.
Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!
Hendan dagin, har veðrið vónandi verður gott, verður telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið og verður tí økið “bilafrítt” hendan dagin.
Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!
Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum” .
- Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum ella ungum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo