Hugurin at samskifta hevur fylgt mær alt lívið. Tilvitskan mennist við samtaluni. At hoyra onnur bera fram sjónarmið og lurta eftir frásøgnum teirra økir um vitanina. Vitanin mennir tilvit og medvit, um vit sita undir orðinum og leggja okkum í geyma.
Mær hóvar væl at tosa. Ikki altíð tann djúpa háborna samtalan, men tað vanliga gerandisliga og kenda. So eru tað løtur við álvarsamari viðgerð, størri nærlagni og fakligum dýpi.
Hvørt til sína tíð og givnar umstøður.
Tíðin sum sóknarprestur eystan Múla er lívsins skúli við atliti at andaligari menning. Tað er eitt ríkidømi at síggja víddina á Guðs akri og víngarði. Frávikini vóru eyðsýnd, men hjartablóðið var tað sama. Aðalmálið hjá teimum trúgvandi var at hálova Jesusi í talu, sangi og atferð.
Mintist í nátt aftur á vælsignaðar løtur um Guðs orð millum norðoyingar. Mong teirra eru farin um sýnina. Sannføringin sigur, at tey eru heima í Guðs ríki.
Tíðin í Norðoyggjum menti mína fatan av Guðs fólki. Sjónarringurin gjørdist størri. Nógvir óneyðugir seymir, ið vóru øðrum til ampa, vórðu tiknir burtur. Ístaðin føddist kærleikin, – eitt brøðralag, sum var, hóast vit vóru ymisk í sinn og skinn.
Ein fylgja av hesi andaligu menning var, at hugurin til at umtala onnur kristin menniskju neiliga í samtalu ella opnum stríði fánaði burtur. Lívið er ov stutt til neiliga umrøðu av øðrum. Lívið er ov ríkt og fjølbroytt til einans at mæla um meg og mítt. Vit mega koma út á tær andaligu víddirnar og tey lívgandi vøtnini uttanfyri bøgarðin.
Portrið inn í Guðs ríki er opið fyri øllum menniskjum, sum lata seg leiða av Jesusi sum Harra og frelsara. Við Jesusi letur vegurin seg upp fyri okkum fram til faðirsins trónu.
Tá ið atgongdin til himmalin liggur í Jesu hondum, so er æviga tilveran hjá mær og øðrum í bestu hondum. Skilabetri var at nýta tíðina til okkurt munagott, heldur enn at meta um onnur í talu ella skrift. Harrin vísti mær á sannleikan í Jesusi Kristi, at tað við síðuna av Jesusi ikki er nakar týdningarmiklari sannleiki.
Trúarlívið gjørdist ríkari, lívið kendist ljósari, gleðin í tænastu Harrans fylti hjartað. Hóast tænastan til tíðir var krevjandi, var Guðs andi berandi eisini svárar og torførar dagar. Alt var ikki lætt og einfalt, men gleðin í tænastuni fylti hjartað. Mær vórðu vístir møguleikar, har áður einans trupulleikar vóru at síggja.
Harrin vísti mær, at eg skuldi vera góður við fólkið, ikki vera beiskur og tvitin, ikki spotta ella nýta niðrandi talu. Takki Harranum fyri kvinnur og menn, ið hava lívga mína tystu sál og lagt Guðs frið mær í brósti. Ein stór fjøld av norðoyingum rann mær til hugs í nátt. Minnini lívga andan, tí forbøn teirra er og verður svarað.
Sum prædikumaður talaði eg Guðs orð á mongum støðum og lærdi at virðismeta kirkjur og samkomuhús. Tey trúgvandi vóru rættiliga ymisk í hugsan og andaligum atburði.
Stílurin var ymiskur, og huglagið skifti alt eftir, hvar vit vóru.
Men, andin var hin sami. Guðs heilaga andi, ið lá á vøtnunum í upphavi. Guðs heilagi andi, sum á hvítusunnu settist á ápostlarnar og fylti teirra hjørtu. Kærleikin var fevnandi, og móttøkan var hjartalig.
Kirkjurnar vóru virkisøkið. Kirkjufólkið hevur givið mær mikið meira, enn mær eydnaðist at geva teimum. Áfylling av Guðs orði, fylling av heilagum anda og innilig nærveru í halgidóminum.
KFUM/K í Klaksvík. Heimamissiónin er kend alt frá barnsbeini. Bíbliutímar, har Guðs orð var lisið og útlagt. Vælsignaðar løtur á knøum í forbøn hvør fyri øðrum, fyri fólki á sjógvi, á landi og í loftferðslu. Ógloymandi løtur.
EMMAUS í Klaksvík. Mær untist at vitja har sum prædikumaður. Fekk vinir fyri lívi. Fleiri teirra vóru samverkamenn í Christianskirkjuni. Mær untist eisini at læra tey eldru at kenna, og tey vóru góð við meg. Signaðar løtur.
SOLI DEO GLORIA var ein nýggjari karismatisk rørsla. Tey vóru lívligari í medferð og formi, enn eg var vanur við í uppvøkstrinum. Mær dámdi væl at vitja har til møtir og annað.
Ein rørsmiður, ið kom á mína lívsleið sum samverkamaður, hjálpti mær at síggja breiddina, hæddina og dýpið í Guðs ríki. Á knøum fyri Guðs ásjón í einum fýrrúmi. Dýrabar fjálg minni.
Eisini Brøðrasamkoman ríkaði mítt lív fólksliga og andaliga. Mangir brøður hava biðið fyri mær, tá ið á stóð í mínum kalli. Eg havi merkt Guðs heilaga anda lívgandi og livandi í teirra nærveru. Onkur teirra hugdi inn á gólvið í Ónagerði.
Hin einstaki í einbýli, tey í tvíbýli og stór húski. Gævi at Harrin letur sítt náðar ljós lýsa á leiðir várar, so vit kunnu vera endurskin av Guðs dýrd millum manna. Amen.
Orðið: ”Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi!” (Efesusbrævið 4,31).
Jógvan Fríðrikson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo