Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Orð og myndir Tordur Niclasen: 21. juni – tjóðardagur Grønlands-verður hildin kring alt landið. Eisini í Kuummiut í Eysturgrønlandi.

Hátíðarhaldið byrjaði kl. 8.00, tá kirkjukórið framførdi nakrar sangir/sálmar á kirkjutrappuni. Fitt av fólki vóru møtt og segði bygdaráðsformaðurin nøkur orð. Eftir løtuna hugnaðu fólk sær í túninum har ”borðreitt” var við kaffi og smákøkum – og okkurt leskiligt til børnini.

Gudstænastan byrjaði kl. 10.00, har kirkjukórið eisini luttók við yndisligum sálmasangi. Tá løtan í kirkjuni var av, gekk leiðin út á kirkjugarðin, har avvarðandi mintust sínu kæru, ið farin eru. Hetta var ein serstøk løta, hugvekjandi og ikki sørt rørandi. Kirkjukórið sang nakrar sangir, ið allir vóru til minnis um tey, ið farin vóru – á sógvi ella landi. Tey, ið ongantíð bóru boð í bý.

Seinnapartin savnaðist fólkið niðanvert í bygdini. Sótu í bólkum í grasinum og fingu sær ein betri bita. Har var alskyns gott at fáa.Turrur fiskur, kópur og náhvalur. Spik av kópi og náhvali. Roykt lambskjøt, sum búsitandi íslendingar høvdu fingið til vega. Í grýtunum var kókað síl. Kaffi og køkur og so sjálvandi leskidrykkir til børnini, sum eisini hugnaðu sær óført við spæli og luttøku í ymiskum kappingum.

Ein væleydnaður dagur hildin í góðveðrinum, sum nú loksins ger vart við seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo