Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Hækkandi bústaðarprísirnir seinastu árini hava gjørt tað torførari hjá fólki at seta føtur undir egið borð. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara. Og tað gera vit í Fólkaflokkinum.

- Vit fara tí at leggja uppskot fram, sum snýr seg um at lækka tinglýsingaravgjaldi úr 1% niður á 0,5%. Hetta skal gerast yvir tvey ár; og tá avgjaldið er komið niður á 0,5%, er støðið tað sama, sum tað var í 2016.

Tað merkir fyri ein, ið keypir eina ogn á 3,8 mió. kr. (miðalprísurin í Tórshavn í fjør) eina sparing uppá 19.000 kr.

- Vit eru væl greið yvir, at hetta ikki er nógv í stóru myndini. Tó eru vit sannførd um, at hetta er eitt stig rætta vegin fyri at lætta um hjá føroyingum, ið keypa fastogn.

At marknaðurin broytist er ikki nakað, ið man fær broytt nakað serligt frá politiskari síðu, men hinvegin eru nøkur ting, ið man kann broyta. Millum annað tinglýsingaravgjaldi.

Fólkaflokkurin hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at tað er ov trupult at seta føtur undir egið borð. Herfyri settu vit landsstýriskvinnuni spurning um, hví bygningskunngerðin, sum hevur verið virkin í sjey ár, ikki eftirmett.

- Hetta gjørdu vit tí fleiri spurningar høvdu stungið seg upp. M.a. um krøvini í kunngerðini eru rímilig, og um tey ikki eru við til at dýrka óneyðuga nógv um byggikostnaðin.

Sí spurningin og svarið her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo