SF: Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.
Jóan Jakku Guttesen og hansara menn eru framúr á palli, og nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum Vágagellan, Annan sang, Síðsti dansur, Upp á tá og aðrar.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo