Fiskastykkið: Síðani í heyst hevur pakkhúsið Úti á Gjógv so smátt verið tikið í nýtslu til ymiskt virksemi.
Samstundis hevur arbeitt verið við, at fáa seinastu tingini uppá pláss í nýumvælda pakkhúsinum frá 1912.
Nú er arbeiðið komið á mál við innrætting, søguligum tilfari og at bjóða hølini út til fundir, ráðstevnur og tiltøk. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftið.
Sí skrá niðanfyri.
FITTLIGUR FRíGJADAGUR við tónleikabingo (Fiskastykkið)
Fríggjadagin 31 mars kl. 19.30
VÍNBARR & FISKACHARCUT við Son of Fortune (á Turkiloftinum, Úti á Gjógv)
Leygardagin 1. apríl frá kl. 19-23
VÁRKONSERT VIÐ VÁGAKÓRINUM (Í Fiskjakjallaranum, Úti á Gjógv)
Sunnudagin 2. apríl kl. 14
SØGULIGUR SUNNUDAGUR
Gunnar Nolsøe prátar við Jóan Paula Joensen, Astrid Andreassen og Lydiu Berg.
Sunnudagin 2. apríl kl. 15
Tiltøkini eru ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo