Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Listasavn Føroya: Hóskvøldið 30. mai kl. 19 verður tiltak á Listasavni Føroya um móðurskap í Føroyum.

Í sambandi við serframsýningina “Likam”, sum í løtuni er at síggja á Listasavninum, fer Listasavnið at bjóða til fyrilestur og orðaskifti um móðurskap í Føroyum.

Serframsýningin “Likam” rúmar fleiri listaverk, ið viðgera móðurskap á ymiskan hátt, og hetta er eitt vælkent myndevni í føroysku listini.

Nanna Schneidermann, lektor og granskari við lærda háskúlan í Aarhus fer at greiða frá granskingarverkætlanini “Gendered Island Futures”, ið viðger móðurskap í Føroyum. Hon fer at hugleiða um móðurskap sum hugtak og fyribrygdi í einum lítlum oyggjasamfelagi og fer at skifta orð um hetta evnið við listakvinnurnar Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen, ið báðar hava verk við á framsýningini “Likam”.

Guðrið Poulsen hevur gjørt nýggju standmyndina, ið júst er reist í miðstaðarlundini í Fuglafirði. Talan er um eitt minnismerki til kvinnur, deyðar í barsilssong. Verkið eitur “Karyatida”, og á framsýningini “Likam” sæst ein modell av standmyndini. Guðrið hevur endurtulkað karyatiduna, ið vit annars kenna frá byggilistini og antikka grikska arkitekturinum. Karyatidan hjá Guðrið er ein abstrakt ímynd av kvinnuni og hennara plássi í verðini. Standmyndin er sett saman av nógvum fláum, ið hanga saman og skapa eina sterka, berandi eind. Monumentala súlan í Fuglafirði er heili 5 metrar høg, men hóast hetta, so er úttrykkið eyðmjúkt, ið helst kemst av, at hon er tilevnað úr natúrligum tilfari.

Rannvá Holm Mortensen gav út yrkingasavnið “Vármjólk” í 2022. Savnið viðger tilverunnar stóru spurningar, har kroppurin livir í samveru við aðrar livandi verur á jørðini. Náttúra og lívfrøði verða flættað saman til eina skaldsliga søgn um frumorku í kvinnuhami. Kvinnan gevur lív, eins og náttúran og árstíðirnar ímynda ymsu tíðarskeiðini í lívinum. Brot úr “Vármjólk” er skrivað á veggin aftan fyri bróstlíknandi skapið, ið Rannvá hevur tilevnað úr vovnum klæði. Hendan installatiónin, ið eitur “Mjólkaevangeliið”, er ein gleðiboðskapur um at geva lív, har kvinnukroppurin er eitt lívgevandi hylki, ið stundum má berjast í dagsins samfelag - eins og náttúran.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo