Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsverk: Landsverk bjóðar við hesum inn til framløgu og kjakfund um burðardygga ferðslu í Smæruni í Havn 18/6-2024 millum klokkan 13 og 15. Á skránni er framløga og tveir kjakfundir um, hvussu vit í komandi tíðum kunnu skipa samferðslu og ferðafólkaferðslu burðardyggari.

Tað er eingin loyna at samferðslukervið í Føroyum í stóran mun er bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjálvdan  pláss sett av til ábæru ferðsluna. Ábær ferðsla fevnir um fólk til gongu, fólk við rørslu- ella øðrum tarni, fólk á súkklu ella á fólk á prutli.

Landsverk hevur lagt til rættis tvey temabløð, sum snúgva seg um "Ábæra ferðslu" og "Ferðafólkaferðslu". Samanumtikið snúgva bæði temabløðini seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa okkara flutningsmøguleikar burðardyggari við atliti til ábæra ferðslu, men eisini, hvussu vit kunnu brúka vaksandi ferðafólkatalið, til at skipa samferðsluna innanlands burðardyggari.

Tiltakið byrjar við, at Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur á Landsverki, heldur eina framløgu um innihaldið í nýggju temabløðunum hjá Landsverki um ábæra ferðslu og ferðafólkaferðslu.

Síðani verða tvey pallborðskjak, har innbodnir aktørar skifta orð, um hvussu vit kunnu eggja fleiri at súkkla og ganga, og hvussu ferðafólkaferðsla kann skipast skynsamari.

Endamálið við tiltakinum er at byrja eitt kjak, um hvussu vit skipa eina framtíð, har rúm er fyri fjølbroyttari flytiføri í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis, og tú meldar teg til við at skriva eini boð til anda(at)lv.fo.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo