Ítróttarfelagið Bragdið: Tilmeldingin til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023, sum verður 4. juni, er latin upp.
Eins og undanfarin ár verður Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 eitt rennitiltak fyri øll. Møguleiki verður at renna 5km, 10km, hálvt marathon og heilt marathon. Eisini ber til at ganga eitt hálvt marathon.
Tá ein meldar til, ber til at lata eina stuðulsupphædd til vælgerandi endamál. Eins og í 2022 hevur Ítróttarfelagið Bragdið gjørt avtalu Alzheimersfelagið, Heilafelagið og Parkinsonfelagið um, at stuðulin, sum kemur inn til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023, verður latin teimum.
Les meira um Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 og tilmelding á heimasíðuni www.torshavnmarathon.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo