Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Í dag hava 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúli í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu fyrrapartin.

Helena Dam á Neystabø, fulltrúi í barna- og undirvísingarmálaráðnum, helt røðu, og Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, handaði prógvini.

Í røðu sínari legði Helena Dam á Neystabø dent á týdningin av máli og mentan, men eisini búgving og útbúgving, sum er varandi alt lívið.

Føroyskt sum annaðmál er í trimum stigum, og onkur næmingur hevur megnað tað avrik at standa próvtøkurnar á øllum trimum stigum eftir bara hálvum ári.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og í løtuni er talan um átta flokkar tilsamans. Tríggir eru í Havn, tveir í Sørvági og so eru tríggir móttøkuflokkar. Ein móttøkuflokkur er fyri børn, ein fyri børn úr Ukraina og ein fyri vaksin úr Ukraina.

Undirvísarar hava verið Vár Hansen, Jóna Kristin Thomsen og Petra Olsen. Haraftrat hava Bergljót av Skarði, Bernhardina Klein og Petra Gregersen verið avloysarar og hava undirvíst í nakrar tímar, og Heidi Winther Egholm hevur undirvíst ukrainsku móttøkuflokkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo