Margháttiligt at síggja hvussu landsins stjórn tráðar eftir at hækka skatt og avgjøld hjá ali- og fiskivinnuni, í roynd at fáa so nógvar pengar sum gjørligt í landskassan til at dekka yvir almenna yvirforbrúkið.
Tað syrgiliga er, at netupp hesin politikkurin ger okkum øll fátækari. Har pengarnir kundu verið brúktir til íløgur í betur framleiðslutól og virðisøking, verða teir heldur koyrdir í ein ómettaðan landskassa. Har fíggjarstýringin langt síðani er farin av kós og eingin er fullgreiður yvir, hvar pengarnir reelt fara. Pengarnir kunnu tíverri bara brúkast einaferð og so skal man umaftur árið eftir til at krevja inn meginpartin av vinninginum hjá vinnuni. Tekur man t.d 1 milliard í skatt og avgjøldum frá vinnuni og brúkar allar pengarnar tað eina árið, hvussu verður so, tá vinnan ikki klárar at lata meir enn helmingin ella kanska triðingin? Tá er knappliga eitt stórt hol í landskassanum uppá 500+ milliónir sum onkursvegna má fíggjast. Tá verður rokningin sjálvandi send víðari til vanliga føroyingin.
Tí má man spyrja seg sjálvan hvat man ætlar við hesum politikki, tí fyrr ella seinni minkar yvirskotið hjá vinnuni niður í onki. Nær hevur tað nakrantíð rigga at brandskatta vinnulív, ið roynir at skapa virðir. Mærsk hevði størsta yvirskot hjá eini danskari fyritøku nakrantíð í 2022, men betalti bara eini 3% í skatti. Og hví tað? Tí í øðrum londum, har øvundsjúka ikki setir dagskránna, veit man hvussu vinnulív fungerar. Tað at tað er betur at vinnan sleppur at behalda sín egnan vinning til framtíðartrygging og strategiskar íløgur, heldur enn at taka stóran part av vinninginum til alment forbrúk.
Í staðin fyri at ilskast á at nøkur fólk tjena nógvar pengar, burdi man heldur fegnast og gjørt karmarnar enn betri. Alt vendur á høvdið.
Øvundsjúka er ein tann rotnasta kenslan vit hava og er ikki eitt gott útgangsstøði í politikki. Í eini og hvørjari støðu í lívinum er ein positivur hugburður besta tilgongdin. Ein positivur hugburður er mennandi og smittandi. Í Føroyum valdar ein negativur hugburður botnaður í øvundsjúku, og sum er útgangsstøði í politikkinum hjá landsins stjórn og nógvum øðrum. Hesin rotinskapur dregur kjakið niður á eitt ekstremt lágt støði og spjaðir ósannindi í roynd at grugga kjakið.
Í staðin fyri at tosa um menning og virðisøking, velur man at tosa um avmarkingar og niðurlaging.
Hvussu hevði heimurin sæð út í dag um hesin hugburður altíð var útgangsstøði?
Alivinnan hevur brúkt fleiri milliardir í íløgum til at framtíðartryggja vinnuna og arbeiðspláss. Hetta tryggjar eisini eitt stórt íkast til búskapin og útflutningin frameftir. Vit tosa her um at hyggja 10-20 ár fram. Løgtingið og Landsstýrið klára bert at hyggja 4 ár fram.
Seinastu árini er fiskivinnan eisini byrjað at gera stórar íløgur í skip og framleiðslutól.
Hetta ger okkum øll ríkari og her meini eg við alt samfelagið. Tað at onkur sosialistur í Havn følir, at hann ikki fær sín rættvísa part av falska hugtakinum “Fólksins Ogn” er óviðkomandi.
Ein keðiligur tendensur er, at búskaparfrøðingar skullu kallast at vera serfrøðingar í ali- og fiskivinnu. Hvar tað er komið frá er mær ein gáta.
Tað er líka viðkomandi at spyrja eina frisørdamu um fiskivinnu, sum tað er at spyrja ein búskaparfrøðing.
Grundarlagið undir útrokningini av tilfeingisrentuni hevur allatíðina verið skeivt.
Man er so frekur at halda seg hava rætt at áseta hvat ein løn hjá einum sjómanni “eigur” at vera og hvat man heldur er eitt “rímuligt” yvirskot hjá eini fiskivinnufyritøku.
Og so spyrji eg, hvat teir billa sær inn. Tað er einki brúkbart argument fyri at áseta sovorði grundarlag. Tekur man upphæddina úr sum teir halda er ov nógv útgoldin løn, er einki eftir av tí sokallaðu tilfeingisrentuni.
Tað sum alt hettar stavar frá er øvundsjúka og tí setti man hesi tølini inn í útrokningina til at fáa tilfeingisrentuna so stóra sum gjørligt.
Tað er syndarligt at vinnan skal gjalda fyri vanvirðiligu fíggjarstýringini hjá politisku skipanini. Til tess at fáa so gott úrslit á fíggjarlógini sum gjørligt, tekur man allan vinningin hjá vinnuni. Hesin tilvildarligi avgjaldspolitikkur kann sjálvandi ikki halda áfram.
Rói Vestergaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo