Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-041/2024 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sálarheilsu, snildfon, sosialir miðlar og skíggjatíð sum heild, frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ber til at fáa eitt yvirlit yvir tal av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatri seinastu 20 árini – tað vil siga frá 2004 til og við 2024 ár fyri ár?

2. Hvussu er kynsbýtið – tað vil siga, hvussu nógvar gentur, og hvussu nógvir dreingir eru ávíst til psykiatriina hesi árini?

3. Hvørjar eru mest vanligu grundirnar fyri, at børn og ung verða ávíst til barna- og ungdómspsykiatriina?

4. Finst vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vísir, hvørt skíggjanýtsla er gagnlig ella skaðilig fyri sálarheilsuna hjá børnum og ungum?

5. Um ovurnýtsla er skaðilig, hvørji sálarlig mein ella diagnosur eru so tær mest vanligu?

Svar:
Til spurning 1

Barna- og ungdómspsykiatri er ein lutfalsliga nýggj serlæknagrein, og fyrsti serlæknin í barnaog ungdómspsykiatri varð settur í fast starv á Psykiatriska deplinum í 2013. Aftaná hetta, er deildin vaksin nógv.

Sjúkrahúsverkið hevur tøl aftur til 2010.

Tal av børnum/ungum, ið vórðu ávíst:
2010 204
2011 103
2012 71
2013 68
2014 93
2015 137
2016 130
2017 110
2018 157
2019 192
2020 291
2021 267
2022 279
2023 360
2024 236

Sum tað sæst á tølunum omanfyri, er talið á ávísingum yvir hetta 20 ára skeiðið vaksið nógv.

Hetta kann vera eitt tekin um vaksandi mistrivnað millum børn og ung, men kann hinvegin eisini vera eitt tekin um, at tað frammanundan ikki var nakað tilboð til hesi børnini og ungu í føroyska heilsuverkinum. Tí er tað møguligt, at tann eftirspurningurin vit síggja nú, hevur verið til staðar sum eitt skuggatal frammanundan.

Til spurning 2
Í tíðarskeiðinum 2010-2024 eru 2143 børn ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina. Sambært Sjúkrahúsverkinum er talan um 929 gentur og 1214 dreingir.

Til spurning 3
Tær mest vanligu ávísingarorsøkirnar eru ADHD og/ella ADD, autismespektrum, tunglyndi og angist. Av hesum er ADHD og/ella ADD orsøkin til áleið helvtina av ávísingunum.

Til spurning 4
Samanumtikið bendir gransking á økinum á, at skíggjanýtsla hevur samansetta og fjølbroytta ávirkan á sálarheilsuna hjá børnum og ungum, og sum sambært Sjúkrahúsverkinum bæði kann hava gagnliga og skaðiliga ávirkan.

Niðurstøður frá gransking siga, at tað er týdningarmikið at tillaga skíggjanýtsluna til tann einstaka og syrgja fyri, at tað er ein partur av einum sunnum lívsstíli, sum samstundis fevnir um at vera kropsliga virkin, hava sosialt samband við onnur og fáa nóg mikið av svøvni.

Granskingin á økinum er framvegis undir menning.

Til spurning 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum týðir gransking á økinum upp á, at ovurnýtsla av skíggjum kann setast í samband við ymiskar sálarligar trupulleikar. Nakrar av mest vanligu avbjóðingunum, ið knýta seg at skíggjaovurnýtslu eru depressión, angist, ADHD-líknandi eyðkenni, ólag á svøvni, avbjóðingar við sjálvsvirðinum og kropsmynd, at vera bundin av skíggjanýtslu og sosial avbyrging.

Í hesum sambandi er vert at nevna, at Heilsustýrið er í holt við at orða eitt tilmæli um skíggjanýtslu, sum eftir ætlan verður liðugt í desember 2024. Her verður tikið støði í granskaragrundaðum tilmælum.

Heilsumálaráðið, 28. oktober 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna  
        

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo