Dramafilmurin «The Revenant» var heiðraður við prísinum ársins besti filmur, tá ið tann bretska filmbransjan deildi út sínar Bafta-prísir.
Og Leonardo DiCaprio fekk prísin fyri best høvuðsleiklut í sama filmi.
Insatruktørurin, Alejandro G. Inarritu, vann prísin sum besti instruktørur, so tilsamans gjørdist tað til fimm prísir, skrivar tíðindastovan Reuters.
"The Revenant" hevur harumframt vunnið prísin fyri besta cinematografi og fyri ljóð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo