Avísin The Athletic sigur seg vita at feløgini bæði, Liverpool og Bayern München, eru samd um miðvallaleikaran Thiago Alcântara.
Avísin skrivar at keypsprísurin er 30 milliónir evrur.
Men avísin skrivar eisini, at spaniólin og Liverpool ikki hava funnið semju í persónligu treytunum, skrivar Athletic.
Sambært VG hevur Thiago leikt við Bayern München síðan 2013, og gjørdi sítt til at liðið vann bæði Bundesliga og Champions League.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo