”Eg trúgvi framvegis uppá, at Armenia hevur møguleika at yvirliva sum land”.
Eg havi júst verið í Armenia á vitjan, og hetta segði armenski varða-uttanríkisráðharrin, tá eg var á fundi við hann.
Tað var sagt í einum positivum tónalag. Og tað sigur alt um støðuna hjá hesum landi. Tey hava eina vón um at – yvirliva... Ímynda tær ein norskur ráðharri hevði sagt tað sama. Vit vóna at – yvirliva...
Orsøkin til hesar døpru vánir er, at hóast Armenia er elalítið – á stødd við Jútland og við trimum milliónum fólkum – so verður tað roknað sum eitt órógvandi element í sínum grannalag.
Nógvar orsøkir eru til tað – men ein teirra er mentanarlig / religiøs.
Armenia verður roknað sum elsta kristna land í heiminum, og eisini tað landið, har flest eru kristin í dag. Og eitt lítið, kristið, demokratiskt land hóskar illa inn í eitt grannalag við stórum diktaturum – sum í flestu førum eru muslimsk.
Tí er landið støðugt minkað – bæði landafrøðiliga og í fólkatali. Eitt av størstu fólkadrápum í søguni hendi fyri 109 árum síðani, tá yvir ein millión armenar blivur dripnir av turkum.
Farnu fýra árini er landið minkað enn meira. Armenar hava í 1700 ár búð og havt ræði í landslutinum Nagorno Karabakh, sum liggur inni í Aserbaidjan. Har hevur ofta verið ófriðarligt, men Russland hevur vart landslutin móti álopum.
Men í 2020 tók Aserbaidjan tað mesta av NK. Umframt at armenar eru riknir burtur, er kristin siðaarvur – bønhús, standmyndir, krossar úr gróti – oyðilagdur.
Fyri einum ári síðani var eitt veldugt álop, sum var so brutalt, at fólk máttu flýggja yvir háls og herðar – sum tey stóðu. Annars blivu tey dripin.
Russland læt tað henda – helst tí tørvur var á góðum viðurskiftum við Aserbaidjan í sambandi við Ukraina-kríggið og nýggjum leiðum til útflutning av olju.
Vesturheimurin letur standa til. Bæði tí vit sjálv hava tørv á oljuni, og tí kríggini í Ukraina og Gaza fara við allari orkuni.
”Tú ert í Europa”
Armenia vil fegin nærkast Europa, og á fundi við formannin í nevndini, sum arbeiðir fyri hesum, spurdi eg hví Europa skuldi fara inn í eitt stríð, sum liggur uttan fyri Europa.
”Tú situr í Europa”, svaraði hann. ”Tí snýr Europa seg ikki um virði? Um kristnan siðaarv og siðmenning? Um fólkaræði? Um virðing fyri mannarættindum? Og landamørkum? Minst til: Vit hava somu virði, sum tit. Ja, tykkara virði stava í stóran mun higani. Tað eru tykkara virði, sum eru álopin. Tí høvdu vit vóna, at Europa fór at ressast.”
Meðan hann tosaði sá eg í ondini fyri mær ein persón, sum bankar á vindeyga í húsunum hjá familjuni, og biðjur um hjálp tí ein brotsmaður er eftir honum. Vit lova honum ikki inn. Vit fara heldur ikki út at hjálpa honum. Í staðin fara vit út at tosa við brotsmannin – og keypa olju frá honum.
Sannleikin er, at vesturlendska siðmenningin hevur verið fyri einum stórum álopi – og vit gera einki.
Ikki okkara ”finest moment”...
Moldin heimanífrá
Eg hitti eisini fyrrverandi forsætisráðharran í Nagorno Karabakh. Hann er blindur, men eg havi sjáldan hitt nakran, sum hevur so gott innlit og so góðar greiningar av hvat hendir og hvat má gerast. Hansara flýggjan úr Nagorno Karabakh var eisini heilt sjáldsama snild og dramatisk.
Men fyrst og fremst hitti eg nakrar av teimum flóttarfólkafamiljum, sum máttu rýma, tá NK varð etniskt útreinsað fyri einum ári síðani.
Nógv teirra eru flutt inn í hús, sum onnur eru rýmd frá, tí tey liggja so nær at markinum til Aserbaidjan, og tí eru vandamikil at búgva í. Vit sóu eisini fíggindaliga sinnaðar hermenn á fjallarøðini omanfyri teirra hús.
Hesi fólk eru sostatt trýst út á eggina – bæði fíggjarliga og tá tað snýr seg um trygd.
Vit góvu teimum ymiskt, sum kanska kann gera tað møguligt hjá teimum at klára seg. Seyð til summi, hønur til onnur, mat og reiðan pening til nøkur. Hetta er alt hjálp, sum føroyingar í stóran mun rinda fyri.
Tað var hjartanemandi at vitja hesi fólkini. Søgurnar, tey fortaldu, vóru heilt ófatiligar. Summi sluppu við onkrum bili, summu máttu ganga í tríggjar dagar.
Mest rørandi søguna fortaldi ein kona, sum segði, at tá tey hoyrdu skotini hjá fremmandu soldatunum, runnu tey beint avstað – men hon fylti eina krukku við heimlandsins mold, sum hon hevði við sær allan vegin.
Hon vónar at kunna hava hana við sær heimaftur ein dag. Men sannleikin er, at tann dagur neyvan upprennur nakrantíð.
Ein lokalur fotografur var við okkum. Hann hevur sent mær nógvar myndr frá túrinum. Tær síggast á míni facebook-síðu – eins og fleiri videobrot liggja har.
Sjúrður Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo