Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Neyvan nakra aðrastaðni í heiminum verða dulnevndar keldur so nógv brúktar sum í Føroyum.

Vit kenna tað øll: hann/hon segði, tað havi eg hoyrt, onkur segði tað í gjár, og sum hin sami segði.

Tað er ein partur av føroyska málburðinum og kulturinum, at brúka dulnevndar keldur og at sipa til dulnevndar persónar. 

Og tað er ein so stórur partur og so innlivað í bæði mál og mentan, at vit ikki eingang spyrja, hvør keldan er ella hvør segði tað.

Tí í høvdinum á øllum føroyingum so er tað satt, tá ið hann/hon, tað havi eg hoyrt, onkur segði tað í gjár, og sum hin sami segði, hevur sagt tað.

Vit kundu so valt at trúgva tí ella ikki, men í allar flestu førum, so er tað satt, ivast vit ikki í.

Hann/hon segði, tað havi eg hoyrt, onkur segði tað í gjár, og sum hin sami segði, er ein somikið sannur, máttmikil, eftirfarandi, trúverdur persónur.

Føroyar telja 50.000 fólk, vit kennast øll, og túnatos er byrjanin til hetta serliga føroyska eyðkenni við dulnevndum keldum.

Fyrr var túnatos, og av tí orðið, í túninum, niðri í bygdini á ávísum stað, í handlinum, á bryggjuni, ja, um alla bygdina, og var meira privat. Fyri ikki at gloyma í bindiklubbunum.

Nú er túnatosið vorðið alment, tað er flutt út í størsta forum sum heimurin nakrantíð hevur havt: Facebook.

Í dag sleppa øll framat túnatosinum eisini, og tá ið ein hvalbingur fortelur okkurt í "túnatosi" á Facebook, ja, so kann ein viðoyingur fara inn og antin siga sína hugsan ella bara dáma, og enntá koma við einum ískoyti.

Túnið, sum var í bygdini, hesin lítli bletturin, har ofta gamlir menn stóðu við skrá í munninum ella royktu pípu, og fortaldu og viðgjørdu bæði heimsins hendingar og lokalar, er vorðið so stórt nú, at allur heimurin passar á tað.

Hesin áður so lítli, avmarkaði og ávísi bletturin í lítlu føroysku bygdini, har fólk savnaðust og sipaðu til keldur av ymiskum slagi, er nú vorðin so stórur, at sjálvt ein føroyingur búsitandi í Kina, USA, Brasil ella Albania, eisini sleppur upp í part í túninum, og sleppur at vísa til sínar keldur og gera sína viðmerking.

Men verður nakrantíð spurt, hvør keldan er ella hvør tað var, sum segði tað?

Nei, tað verður tað ikki.

So segði hann.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo