Við 64 grand slam-titlum á CV'num - í bæði single, double og mixed double - er eingin ivi um, at fyrrverandi avstralski tennisleikarin Margaret Court var ein av allar størstu stjørnunum.
Og 2020 er eitt heilt serligt ár hjá tí nú 77 ára gomlu.
Tað eru jú 50 ár síðani, at hon megnaði nakað, sum bert heilt fáir tennisleikarar hava megnað, nevniliga at vinna ein sonevndan "calendar grand slam" - at vinna allar fýra grandslam-kappingarnar í einum álmanakkaári.
Og tað eru ikki fleiri meiningar um, at slíkt er púra óvanligt.
Men daman er eisini kend fyri at hava eina persónliga meining.
Stóra tennisstjørnan Margaret Court, sum í dag er prestur í avstralska býnum Perth, hevur millum annað sagt, at "tennis er fylt við samkyndum", at "bert ein maður og ein kvinna kunnu giftast, sum skrivað stendur í Bíbliuni", og at tað er "fjandans verk, at børn læra um LGBT-hugtaki í skúlanum".
Av slíkum úittalilsum eru tað fleiri meiningar um, at avstralska tennissambandi, Tennis Australia, hevur ætlanir um at heiðra Court fyri sítt óvanliga bragd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo