Í dag gevur Ranchus nýggja sjónbandalagið ”Eat Silk” út. Talan er helst um Føroya fyrsta animeraða videolag.
Tað er trummuspælarin í bólkinum, Jónsvein Mikkelsen, sum í fleiri mánaðir sjálvur hevur teknað tað.
Lagið verður eisini útgivið á violettari vinyl singulplátu.
Hetta er fyrsta staklagið hjá bólkinum síðani fløguútgávuna ”Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass” í 2015.
Ranchus eru: Sigmund, Sjúrður Samuelsen, Ólavur á Skipagøtu og Jónsvein Mikkelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo