Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Altjóða talvsamgongan FIDE avgjørdi í gjár at steðga kandidatkappingini í russiska býnum Jekaterinburg.

 

Orsøkin er tann, at russisku myndugleikarnir steingja russiskar floghavnir í dag av alheimsfarsóttini korona.

 

Av teimum 8 telvarunum í kappingini eru tríggir russarar.

 

Sjey umfør vóru annars telvað og kappingin var sostatt komin í helvt.

 

FIDE upplýsir, at kappingin er ikki annullerað, men verður tikin uppaftur seinni.

 

Vinnarin av kappingini skal seinni í ár dystast við norska heimsmeistaran Magnus Carlsen um HM heitið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo