Í 2023 var talið av deyðum alilaksi í Noreg 62,7 milliónir, sambært tølum frá norska Veterinærinstituttet.
– Tølini fyri 2023 vísa tað sum vit hava sæð seinnu árini, at tey ikki minka viðvíkjandi deyðum alilaksi. Bæði tal og prosent eru tað hægsta sum vit hava skrásett higartil, sigur deildarstjórin fyri fiskaheilsu og vælveru á Veterinærinstituttinum, Edgar Brun, skrivar iLaks.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo