Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tollfría markið er 2.500 krónur tá tú keypir eitt nú jólagávur uttanlands. Boðar tú ikki frá, kanst tú fáa bót umframt at tú noyðist at rinda tollin.

Hetta minnir TAKS á, nú nógv nýta høvið at keypa jólagávur uttanlands.

Er man uttanlands, kann man keypa vøru fyri 2.500 krónur heim við sær aftur uttan at rinda toll av henni. Mvg er ikki íroknað.

Og tað er tú sum hevur ábyrgdina av at boða frá og prógva prísin.

Gongur tú gjøgnum grønu rásina, men verður steðgaður, og tollararnir finna vørur fyri meira enn 2.500 krónur, so skalt tú gjalda tollin umframt eina bót.

Tí er betri at velja reyðu rásina um tú ivast, sigur TAKS.

Tú skalt kunna prógva fyri tollarunum, at vøran, tú hevur við tær, ikki kostaði meira enn 2.500 krónur. Tað kanst tú gera við at goyma kvittanina fyri tað keypta. Kanst tú ikki prógva prísin, so kann tollarin áseta hann, sigur TAKS.

Vanligt ferðagóðs, sum man hevur við sær úr Føroyum, fær man tollfrítt heim við aftur. Tó skal man kunna prógva fyri tolleftirlitinum, t.d. við kvittan, at vøran er keypt í Føroyum. Ofta er talan um teldu, fartelefon og tílík tól, men treytin er galdandi fyri alla vøru.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo