Undanfarna sunnudag var tímaglasið hjá Hans Joensen, formanni í Havnar Arbeiðarafelag, runnið. Hann hevði verið sjúkur í góð tvey ár, og hóast hann varð skurðviðgjørdur og fekk góða viðgerð, mátti hesin krútsterki maðurin lúta bara 71 ára gamal.
Hans var stúttur sum eitt bulmikið træ, og tá hann tosaði, hoyrdist hann, tí hann var reystmæltur og kundi vera avgjørdur. Inni í tí bulmikla trænum var tó eisini ein bleyt og hjartagóð sál, sum var fevnandi og viðurkennandi mótvegis øðrum.
Kom at kenna Hans og Monrad, skrivaran í HAF, tá teir á vári í 2013 spurdu, um eg kundi halda røðu á 1. mai dagshaldinum á Vaglinum. Hevði frammanundan verið viðmerkjari í Eygleiðingini í útvarpinum, og teir hildu, at hjartað sat ikki á heilt skeivum stað til tílíkt høvi.
Hevði ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi fáa tílíkan kjans, men tók av. Dagurin gjørdist hugnaligur bæði á Vaglinum og Hotel Hafnia aftaná, og hetta skuldi ikki gerast seinasta ferðin, at vit stungu høvdini saman til frama fyri arbeiðarafelagið í Havn.
Í 2015 spurdu teir, um eg kundi skipa fyri 100 ára veitsluni hjá felagnum 16. januar í 2016. Allir limir og fleiri við teimum skuldu við, so hetta var ikki lítið álit at fáa. Tað endaði við, at 700 fólk møttu í høllini á Hálsi, har málið var at hava nógv gott á skránni – stundisliga frá byrjan til enda.
Hans og Monrad søgdu ofta frá veitslugestum, at teir høvdu ikki væntað, at arbeiðararnir í Havn megnaðu so væl at halda tíðina eitt heilt ballkvøld. Saman flentu vit bara og fegnaðust um, at alt riggaði hendan stóra dagin – í góðum samstarvi við mong góð fólk.
Til kvøldið høvdu vit báðir Hans Petur gjørt ein stuttfilm um fyrstu 10 árini hjá felagnum, sum bygdi á eina samrøðu við Johan Norðfoss. Johan búði á Boðanesheiminum og var tá 94 ár. Hann hevði verið formaður í 1952/1953 og var saman við Hans tann einasti valdi formaðurin, sum var eftir á lívi.
Ov nógv er ikki sagt, at fleiri eygu vóru blonk, tá Johan á stórskíggja bar samkomuni eina hjartanemandi heilsan á 100 ára degnum. Stutt eftir gjørdist stuttfilmurin 80 minuttir, tá vit saman við felagnum fóru at dokumentera øll 100 árini í ”Stríðsmenn í Havn”.
Dokumentarurin byrjaði við, at menn ruddaðu gøturnar í Havn, og eftir tað sást Hans koma gangandi – á Bacalao, sjálvandi. Har átti hann jú mangt sporið, eins og hann var drúgvur sum útróðrarmaður í Grønlandi og sjómaður. Nú gekk hann á Bacalao sum oddviti arbeiðaranna í Havn.
Hann steig á pallin sum formaður við einum braki, tá HAF og fleiri onnur feløg fóru í drúgt verkfall í 2003 og vunnu fitt upp á lønina í tvey ár. Hetta var ta tiltiknu ferðina, tá arbeiðsfólk vórðu handtikin á kaiini, tí politiið helt tey gera seg inn á Schengen-øki.
Nú hann legði frá sær, kann ongin tó siga, at Hans misbrúkti verkfalsvápnið tey 19 árini í oddasessinum. Tað vildi hann ikki, tí frægari var at semjast, um semja fekst, helt hann. Eftir hann stendur tí eitt sterkt felag í stásiligari fastogn á fínastu adressuni í landinum.
Samband var stundum okkara millum, um okkurt var at skriva, og vit hittust eisini av og á til gongu í Villingardali. Síðstu ferðina skiltist, at tað gekk ikki rætta vegin. Sum vant endaði hann setningarnar við orðinum góði, tí soleiðis trein tann hjartaliga sálin í heilum út úr tí reysta bulinum.
Tungt var at frætta, at hann var farin, men minnast hann fari eg fyrst og fremst fyri hansara gávumildni við viðurkennandi orðum. Hans Joensen var eitt gott fólk og eitt arbeiðsgrev, sum alt ov ungur mátti fara og verður sárt saknaður og ongantíð gloymdur.
Við djúpastu samkenslu, øll tit, ið eftir sita, og takk fyri tíðina, góði Hans!
Uni Arge
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo