Eg vil takka Kringvarp Føroya fyri hollan stuðul til flokk mín Tjóðveldisflokkin.
Eg bleiv heitur um hjartað, tá sendingin "O, móðurlandið" var send í KvF.
Vónandi fer verturin at stilla upp fyri Tjóðveldi komandi val.
Tað er altíð pláss fyri einum Kvf-fólki afturat í Tjóðveldi á tingi.
Seinastu nógvu árini hava millum 50% og 80% av okkara tingfólki í Tjóðveldi verið fyrrverandi Kvf-starvsfólki.
Um verturin verður valdur so eru fleiri stuðlar eftir í Kvf.
Eg havi seinastu tíðina veddað við synirnar um at tá eg hoyri røddina á einum ávísum starvsfólki í Útvarp Føroya, ja, so verður frí mikrofon fyri einari Tjóðveldisrødd.
Eg havi vunnið 4 útav 5 ferðum.
Tjóðveldisveljari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo