Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landið má speeda upp á dagstovnaøkinum, við at taka fleiri flokkar inn, sum ynskja at útbúgva seg til námsfrøðing.

Tí heiti eg á landstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og mín egna flokk at virka so fyri, at tað verða 2, helst 3 flokkar av námsfrøðilesandi í Setrinum komandi skúlaár.

Frá “Exit Føroyar” til “Boom Føroyar” -  hetta sigi eg, tí fyri fáum árum síðani tosaði mann um “Exit Føroyar”, men tað gleðiliga er hent, at barnatalið veksur støðugt, vegna tilflyting til Føroyar - og vit klára ikki at manna øll størvini á dagstovnaøkinum.

Okkum tørvar námsfrøðingar og hjálparfólk eins og vit heldur ikki hava nóg nógv pláss, grundað á vantandi arbeiðsmegi og fakligheit, sum er týdningarmikið á dagstovnaøkinum.

Býráðsmeirilutin hevur uppraðfest dagstovnaøkið við 10 mió. kr. í inniverandi ári, og vit eru farin frá lønarjáttan til tímajáttan til tær einstøku stovurnar.

Hettar merkir, at ein stovnur, sum t.d. hevur 72 barnagarðsbørn og 44 vøggustovubørn, hevur eitt tímabýtið pr. viku á hesum stovni, sum sær soleiðis út nú:

- Fyrisitingartímar - 40 

- Pedagogtímar - 652,1 

- Hjálpafólkatímar - 325,8

Tilsamans tímar pr. viku - 977,9

Harav eru 58,7 tímar til annað, so sum stovufundir, starvsfólkafundir, fyrreiking av námsfrøðiliga arbeiðinum, foreldrasamstarv o.s.fr., sum mann hevur ynskt frá m.a. Pedagogfelagnum - hetta tí “til annað” hava námsfrøðingar, hjálparfólk og Pedagogfelagið saknað í ára tíggju.

Vit eiga at gera alt fyri, at okkara børn fáa best møguliga byrjan á teirra lívsleið, og at foreldur fáa teirra børn ansaði og sleppa til arbeiðis. Vit hava verið rakt í ólukkumát av vantandi hendrum á dagstovnaøkinum, har virksemi hevur verið skert vegna starvsfólkatrot.

Nú vit í kommununi hava speedað upp - eigur landið at fylgja tropp og taka 2 flokkar, helst 3 flokkar inn komandi skúlaár av námsfrøðilesandi.

Tað er ikki nøktandi, at tað í løtuni bara er ein flokkur av námsfrøðilesandi, tá tað vóru 68 umsóknir til verandi flokk av námsfrøðilesandi. Umframt at taka fleiri flokkar inn eigur at verða raðfest námsfrøðiútbúgving til smábarnaøkið ítøkiliga.

Tí heiti eg á landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og mín egna flokk - gerið tað nú!

Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu og formaður í mentamálanevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo