Tórshavnar kommuna: Í dag byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali. Meðan arbeiðið fer fram fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.
Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri vallargirðingina til ovara vøll og tey avmerktu økini, serliga sunnanfyri vøllin.
Arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai.
Meðan arbeiðið verður gjørt hava feløgini umlagt virksemið í Gundadali og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.
Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo