Hóast líkindini ikki vóru av teimum bestu, so var seyðahundakapping á Vatnaskørðum í dag.
Seyðahundasamband Føroya skipaði fyri.
Nummar 1 var hundurin Taff við René Hansen, nummar 2 var Odd við Pól Falkvard og nummar 3 var Moss við Tummas Jacobsen.
Meiningin var at kappingin skuldi vera í tveir dagar, men vegna vánalig veðurlíkindi taldi leygardagurin ikki við, men bert dagurin í dag.
22 luttakarar vóru í kappingini. Kappast var bert í klassa trý, sum er tann torførasti.
Fleiri myndir og videobrot eru at síggja á facebookvanganum hjá Seyðahundasambandinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo