Skúlablaðið: Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur játtað eini umsókn um royndar- og menningarvirksemi, har skúlarnir í syðru hálvu av Suðuroynni søkja um tímar, so tættari samstarv verður millum skúlarnar í økinum.
Í umsóknini verður endamálið lýst soleiðis:
Vit ynskja at byrja eitt yvirskipað samstarv og lýsa møguleikarnar hjá skúlunum at arbeiða saman. Her verður bæði hugsað um á leiðslu/lærarasíðuni og eitt tættari samstarv millum næmingar. Endamálið er at fáa sum mest burtur úr samlaða lærarahópinum í skúlaøki okkara, umframt at lætta skúlaskiftið hjá næmingum, sum koma úr Sumba og Porkeri til Vágs í 8. flokk.
Nevnt verður eisini, hvat innihaldið í høvuðsheitum snýr seg um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo