Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur í dag kunnað allar avvarðandi partar um tær tænastur innan mál- og samskiftismenning, sum frameftir verða veittar øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum hava Downs syndrom.

Talan er um tænastur, sum Sernám veitir beinleiðis, umframt tvær tænastur, sum verða veittar umvegis Sernám frá privatum.

Sum dømi kann nevnast, at tað frameftir fer at verða møguligt hjá øllum avvarðandi hjá børnum og ungum við Downs syndromi at fáa Karlstad-ráðgeving.

Talan er um eina fyribils loysn, meðan arbeitt verður við at finna eina langsiktaða loysn, sum skal fevna um øll børn og ung við mál- og samskiftistrupulleikum, óansæð tørv og avbjóðing. Hetta arbeiðið er farið av bakkastokki, og hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið samskift við Almanna- og mentamálaráðið um, hvussu økið viðvíkjandi samskiftismenning kundi verið skipað betur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo