Hagstovan: Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum. Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið lækkar. Ávísin fyri byggivinnuna hækkar nógv, meðan ávísin fyri húsarhald hækkar eitt lítið vet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo