Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann beskedni og lítillætni harra Carl J Jensen, alment figgjaður loysingarmaður situr nú í London og roynir at umboða Føroyar við at yrkja smá vers, sum væl kundu fingið innivist í poesi-bókini hjá eini smædnari óvitagentu.

Poeturin ger kortini bara óbeinleiðis ørindi fyri føroyingar, ti tað er gesandt-kona hansara, sum er tann beinleiðis vælfinansieraða sendifrúgvin fyri føroyskar interessur i Englandi. Skaldið fylgir bara við henni, sum finkulturelt amboð og litterér ífylla.

FYRIBILS hava vit ikki kunnað fingið nakað umfatandi beskrivilsi av, hvat tann kulturpolitiska greipan fæst við, burtursæð fra, at tey skullu hava etið eitt stórfingið búrmáltíð av røstum kjøti við lunkaðari súpan og bretskum bollum, saman við serliga innbodnum kammiratum og republikønskum feinschmeckarum beint fyri jól.

Men í ti diplomatiska liðinum í London hevur síðani verið øgiliga tómt rundan um tað uppfinnsama parið, sum ikki heilt harmonerar við stílin á teimum bonaðu gólvunum.

Frúgvin gongur mest til fimleik og bitur negl i einsemi, men skaldið keðir seg ikki, ti tað hevur bara nakrar hundrað metrar til ta nærmastu pubbina í høvuðsstaðnum.

BREXIT hevur kortini skert diplomathjúnini nakað fast, tí akkurát tann eksklusivi árgangurin av reyðvini, sum tann kræsna greipan hevði vant seg við í Bruxelles, hinumegin Kanaluna, hevur verið bæði dýrt og strævið at rekvirera í Englandi til sendihjúnini.

Fyri tvey uttanstovufólk, sum bara kosta ca. 10.000 kr um dagin at halda við bæði mati, vaski, klæðum, teatri, opera, pub og bowling hevur inflatiónin verið øgiliga bondsk.

Tað er ti alvorliga umhugsað, at Uttastovu-Høgni fer ein vikuskiftistúr suður til ta ólukkuligu diplomatisku greipuna við einum substantiellum hjálparpakka, so tey kunnu fáa ordiligt vín aftur á diplomatborðið.

Gunnvør Balle hevur longu pakkað eitt heilt útróðrarskrín til Høgna, fúlt av góðgæti og ti frægasta víni, Rúsan hevði.

Nú situr senditeggjan spent og bíðar eftir Hoydals Høgna, sum eisini gleðir seg til at útvega kreppu og inflationska hjálp til tey, sum virkuliga treingja í Bretlandi.

Balle ætlaði sær við Uttastovu Høgna, men hann bað hana vera eftiri hjá tí arbeiðsleysa danska parlamentarikaranum Magna Arge, sum EISINI treingir til fíggjarliga fyrstu hjálp.

Alt i alt aktuell og mennandi social tiltøk til tey neyðars inflationsraktu ofrini i sera beiskum og hørðum andgletti.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo