Lítið gott er komið burturúr, at Heilsuskúli Føroya ikki hevur fingið frið at vera í Suðuroynni og at mennast har. Og nú haldi eg, at stundin er komin at gevast at sáa iva og ótta um skúlan.
Vit hava ein góðan skúla. Vit hava góðar lærarar. Lat okkum gera skúlan betri. Lat okkum lyfta lærararnar og víðka karmarnar hjá teimum og hinum, sum lesa. Lat okkum til dømis smíða eitt næmingaheim til skúlan.
Komið, ið hvussu er, og gevist við at órógva. Komið og tosið og skrivið, so at skúlin og útbúgvingarnar í honum blíva enn betur grundfest.
Varð øll tann orkan, ið summir politikarar og onnur hava brúkt til at tosa staðsetingina og harvið skúlan niður, heldur nýtt til at endurskoða eldraøkið, hevði væl staðið til.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur arbeitt miðvíst fyri, at heilsuhjálparanæmingar fáa løn undir útbúgving.
Greiðar ábendingar eru um, at hetta fer at hava við sær, at fleiri fara at søkja inn á skúlan.
Vit hava prógvað tað fyrr, nevniliga tá ið skúlin byrjaði í 2001, og vit fingu fullar flokkar av heimahjálpum, sum í serskipan vórðu uppskúlaðir til heilsuhjálparar við løn. Enntá var long bíðirøð at fáa lestrarpláss.
Serskipanin var galdandi fram til endan av 2005, tá allir heimahjálparar høvdu fingið tilboð um uppskúling við løn.
Men hvørki løn ella góðir karmar í Suðuroynni gera tað aleina. Her skal sterkari lútur til, nevniliga at alt eldraøkið verður endurskoðað. Ta stríðið er eitt felags stríð. Og tá ið tað er vunnið, fáa bæði løn og staðseting minni týdning.
Fyrst og fremst má gerast upp við ta gomlu, patriarkalsku mentanina, sum er ein leivd frá tænastumannanýskipanini, nevniliga at "kvinnur arbeiða bara fyri at fáa lummapening."
Gott nokk eru lønirnar nú á nøkunlunda sama stigi sum lønir hjá øðrum starvsbólkum við somu útbúgvingarlongd, men størsti trupulleikin er, at tey flestu á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð - í miðal 0,7.
Hetta merkist heilt inn í ellisár, har eftirlønarmissurin er hálv onnur millión yvir eitt 45 ára tíðarskeið.
So, hvat ger mann fyri at "fylla flokkarnar í Suðuroy"?
Tað fyrsta, mann ger, er, at søkja eftir fólki til fulltíðarstørv á eldraøkinum.
Tað næsta, mann ger, er at leingja allar vaktir til 8 tímar.
Tað triðja, mann ger, er at fáa ein normeringslykil, sum tryggjar góða røkt - við øðrum orðum, at tað eru nokk av fólki til arbeiðis.
Tað fjórða, mann ger, er at útbúgva leiðarar til psykososiala arbeiðsumhvørvið, fyri at fáa fólk at trívast á arbeiðsplássinum og fyri at forða fyri, at umhvørvið verður rátt og við vantandi trivnaði.
Tá ið hetta er gjørt, er eldraøkið vorðið eitt lokkandi arbeiðsstað, har fólk trívast og mennast. Ikki fyrr enn tá eru heilsuútbúgvingarnar hjá okkum kappingarførar.
Samanumtakandi kann sigast, at eins og í grannalondum okkara er starvsfólkatrotið á okkara øki ein stór avbjóðing.
Áhugavert er, at hetta trotið eisini merkist í londum, sum hava spjaddar heilsuskúlar í størri tali - og hesir skúlar hava heldur ikki fullar flokkar. Geografi loysir sostatt ikki trupulleikan við starvsfólkatroti.
Trupulleikin er altso nógv meira samansettur, sum onnur enn eg longu hava víst á. Djúptøkin tørvur er á broyting. Meiri skal til enn bara at hækka lønina. Tað má verða betri at arbeiða innan fyri eldraøkið!
Í síðsta enda skulu starvsfólk á eldraøkinum hava stundir til sanna samveru við landsins borgarar, sum eru í tí eldra endanum.
Hesir borgarar, kvinnur og menn, eru nógv annað enn bara pensjónistar ella eitt p- tal í einari skipan. Tey eru full av lívsvísdómi og kenslum fyri Føroyum og teimum, ið her búgva og byggja land.
Tí er okkara boðskapur til øll, sum so ella so vara av Heilsuskúla Føroya:
- Tað snýr seg um eldraøkið!
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo