Bridgesambandið og føroysku bridgefeløgini fara at hava fleiri skeið í bridge kring landið í vetur.
Sagt verður, at tað eru fimm góðar grundir til at spæla bridge:
-
Bridge er ein ítróttargrein, har tú eisini sum nýbyrjari, hevur møguleikar at vinna dystir
-
Bridge er avstressandi
-
Bridge økir um evnini at savna seg
-
Bridge heldur heilakyknirnar í gongd
-
Bridge er sosialt
Og nú kanst tú so eisini læra spælið, um tú hevur hug. Skeið vera umframt í Havn eisini í Fuglafirði, Suðuroy og Vágum.
Til ber at lesa meira um skeiðini á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo