Í hesum digitalu tíðum eru tað kanska fá sum duga tabellina uttanat, og tað helt ein danskur húsavørður á skúla, at hann skuldi gera nakað við.
Á Hammerum Skole gjørdi húsavørðurin hesa litføgru tabell-trappuna, skrivar Herning Folkeblad.
Í skrivandi stund hava næstan 100.000 - neyvt 96.387 - sæð myndina av trappuni á Facebook, meðan 1.321 hava dámt hana, 360 deilingar eru og 69 viðmerkingar, skrivar miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo