Trúboðin: - Eg havi lært, at eg havi virði. Virðið hjá mær liggur ikki í tí, eg klári at gera, ella hvussu væl eg dugi at gera tað.
- Virðið liggur í tí, at Gud hevur skapt meg, at hann elskar meg, og at hann vil hava eina relatión við meg. Tað gevur mær eitt virði, sum eingin kann broyta, og sum er galdandi, sama hvat hendir.
Jórun Pólsdóttir er fødd við eini sjúku í beinagrindini, sum gjørdi, at barnaárini vórðu øðrvísi enn hjá øðrum børnum. Hon fekk møguleika at spæla fleiri ljóðføri, og í dag fyllir tónleikurin nógv, men hon hevur eisini lært, at tað størsta er at spæla til Guds æru.
Tæn við tí, tú hevur
- Tann hugburðurin, at tú skalt verða biðin til okkurt, haldi eg ikki er nøkur umbering fyri einki at gera. Eg vil gjarna hjálpa og geva tað, sum eg kann. Tú skalt ikki vænta, at eitt stýri skal skapa samkomuna; tað mást tú sjálvur gera. Hvat er endamálið? Tað er at tæna Kristi kirkju, og tað er tað, sum gevur mær frímóð.
- Tað er ikki tí, at eg haldi, at eg dugi best, men tí at eg hugsi, at tað, sum eg havi fingið, vil eg brúka til at tæna við. Tað, sum drívur meg alla tíðina, er, at tað er fyri Harran.
Les alla samrøðuna við Jórun í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 26. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo