Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Nýggi heimildarfilmurin “Svart gull”, sum sigur frá um spennandi kolasøguna í Føroyum, verður lagdur fram á Tvøroyri í morgin. Í  filminum frætta vit um tá ein løgmaður royndi seg sum ídnaðarnjósnara í Skotlandi, um ætlanirnar at fáa fangar til Hvalbiar at arbeiða í námunum og um stóru ídnaðarverkætlanina í námunum í Rangabotni í Trongisvági.  

Kolasøgan í Føroyum er bæði aldargomul og spennandi. Fyrstu ferð vit hoyra um kol í skrivligum keldum er tíðliga í seytjandu øld. Tá tekur ein alsamt vaksandi áhugi at vinna kol úr fjøllunum í Suðri seg upp.

Ríkismyndugleikarnir í Keypmannahavn royndu áhaldandi at menna eina kolavinnu í Suðri. Men striltið gekk, og tí var eitt skifti arbeitt við ætlanum um at byggja tjøruvirki í Hvalba, sum kundi bræða kol til tjøru.

Løgmaðurin J.M. Lund fór í 1786 til Skotlands at njósnast á tjørubrennivirkjum har. Í filminum verður lýst, hvat ið kom burtur úr ferðini. Eisini miðskeiðis í 1800 talinum vóru ætlanir um at byggja ídnaðarvirkir í Hvalba, sum skuldu brúka kol úr námunum. Tá skuldu fangar flytast til Hvalbiar at arbeiða í framleiðsluni.

Rokmikil fundur við danska forsætismálaráðharran
Í 20 øld stóðu føroyingar sjálvir fyri námsvinnuni. Undir kreppuni í 1930´árunum fór fakfelagsformaður á Tvøroyri á fund við forsætismálaráðharran Stauning fyri at útvega fleiri arbeiðspláss í námunum í Rangabotni. Í filminum frætta vit um bakgrundina handan rokmikla fundin teirra millum.

Fleiri stór átøk vórðu gjørd innan kolavinnuna í 20 øld. Torvneyð fekk fáminingar at grava eftir koli. Í Hvalba var virksemið í 1950 unum so stórt, at umleið 150 man arbeiddu í kolavinnuni. Námini í Prestfjalli vóru sostatt millum størstu arbeiðsplássini í landinum.

Í Hvalba hava teir høgt kol heilt fram til okkara dagar, men nú livir kolavinnan eina mest í minninum hjá temum eldru. Filmurin “Svart gull” greiðir frá um kolasøguna frá seytjandu øld fram til dagin í dag. Søgan er á tremur við spennadi frásagnum um hendingar og persónar og um samfelagsligu rembingarnar, sum vóru karmar um vinnuna.

Tvøroyrar Fornminnisfelag gevur út
Heimildarfilmurin “Svart gull er útvið 2 tímar til longdar. Tvøroyrar Fornminnisfelag gevur filmin út sum dvd. Tað eru Ivan Hentze Niclasen og Hans Petur Hansen, sum hava lagt filmin til rættis. Framløgan verður á Seglhúsloftinum á Tvøroyri leygardagin 12 desember kl.17.30. Tá verður greitt frá um filmin og eitt brot verður víst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo