Hetta er veruliga ein útgáva, sum fær meg at fara frá “kompleksum” og tekniskum uppseting, har vit fara heilt niður í tað, sum kann fáa okkum sokallaðu nørdar at ressast við.
Forteljandi tónleikur “(story telling)”, sum onkursvegna sigur frá dagsins viðurskiftum og fær okkum at varnast tað, ið ofta fer fram við og vit ikki ordiliga geva okkum far um.
Hava vit brúk fyri tí einfalda, ella er endamálið at seta alt upp, so vit her í Kvørn-panelinum skulu niður í tað minimalistiska og avbjóðingar, sum meira kann tekkjast tí kritikki, vit so gjarna vilja seta fyri dagin?
Tað er sjálvandi brúk fyri báðum, men Ólavur og hansara fólk seta her ein dagsskrá, sum vit kunnu ella velja at lata vera við at hava nakra meining um.
Tá eg líti aftur í tíðina, var tað ikki stórar ambitiøsar avbjóðingar á føroyska tónleikapallinum, tí antin skuldi skuldi tú taka við country ella taka við “beatles” kendum rocki, sum ofta var nýbrot og gav eini ungari tónleikasál nakað at hugsa um.
Nøkur av løgunum eru í lættara endanum, men generelt er talan um hetta sorgblíða – saknur, longsul, v.m. – sum vit øll onkursvegna kenna okkum aftur í.
Tað er stuttligt, at eldra manningin í Vestmonnum er væl umboða og at sjálvur Milson Zachariasen eisini er við – á steelinum.
Stílurin er ikki so varieraður, men er talan um “mainstreaman” countrytónleik, sum kortini svingar væl og gevur eina góða og friðsæla kenslu.
Mær dámar væl, at Ólavur stendur so frammalaga í ljóðmyndini, tí tað er líkasum hansara rødd, ið knýtur alt projektið saman í eina góða og trygga eind.
Hetta kemur eisini undir tað vit kalla “sjelarar”, so í tí sambandi vil eg velja skering 5 “Kom Nú Sól”, sum eg fall eitt sindur fyri á mínum regluligu gongutúrum.
Lagið er positivt og fylt við vón um vár og summar.
Løgini eru:
1. Syng meg heim – orð og lag: Martin Joensen
2. Avstað – lag: Ólavur Højgaard / orð: Marin Joensen
3. Hvíta rípan - lag: Ólavur Højgaard / orð: Marin Joensen
4. Barasta hoyra teg – orð og lag: Ólavur Højgaard / I want to say hello – týtt Niels Midjord
5. Kom nú sól! - orð og lag: Ólavur Højgaard / Come on sun – týtt Niels Midjord
6. Úr skýmingini - lag: Ólavur Højgaard / orð: Rúni W. Højgaard / In the twilight – týtt Niels Midjord
7. Gangi í regni - orð og lag: Ólavur Højgaard / Old tracks – týtt Niels Midjord
8. Brátt aftur sólin sær - lag: Ólavur Højgaard / orð: Martin Joensen
9. Rósurnar vaksa - lag: Ólavur Højgaard / orð: Martin Joensen
10. Góða nátt – orð og lag: Martin Joensen
11. Bonuslag: Jólasangur til hina fjøldina: Orð og lag: Holgar Jacobsen
Útgávan er væl frágingin – trygg og fólksliga uppsett og fær 4 av 6 stjørnum frá mær!
Fríðálvur Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo