Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá V4 var í Runavík, fyri 45 árum síðan, skemtaðu teir við, at tað gekk so seint við barnagarðinum, at hann helst endaði sum ellisheim hjá táverandi børnum.

Útbjóðingin til svimjihøllina endaði við, at Meistarafelagið setti limum sínum forboð fyri at bjóða.

Tað hendir sjálvandi ikki uttan orsøk.

So er spurningurin; hví vórðu feilirnir ikki rættaðir.

Nú er so ein fyribils avtala gjørd við eina byggifyritøku.

Spurningurin er tí, hví rættaði kommunan ikki eftir umbøn frá Meistarafelagnum?

Og hví varð ongin avtala gjørd við tey feløgini, sum ætlaðu at bjóða?

Soleiðis sum borgarstjórin plagar at gera, er ikki óhugsandi, at hetta er takk fyri seinast.

Tað sigst, at borgarstjórin als ikki ynskir svimjihøll. Tí um svimjihøll verður bygd, so eru ikki pengar til aðrar stórar verkætlarnir.

Eg rokni við, at tað, sum borgarstjórin ætlar er, at vit onnur skulu atkvøða nei til svimjihøllini.

So kann hann fáa atkvøður fyri at vera fyri svimjihøll.

Og vit onnur verða tey, sum søgdu nei til svimjihøll.

So kann borgarstjórin halda áfram at gera tað, sum hann sjálvur finnur fyri best.

Kanska vit bara skulu atkvøða fyri svimjihøllini og soleiðis avmarka fíggjarliga rásarúmið hjá borgarstjóranum.

Tað sær út til, at borgarstjórin einsamallur mannar meirilutan í kommunustýrinum.

Í øllum førum, so veit ongin annar nakað um nakað sum helst.

Eg vil takka Sonna L. Petersen fyri, at hann alment sigur sína meining.

Nú er ein vón fyri at broyting kemur í.

Jonhard Danielsen
býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo