Fríggjadagin 22 juli, fer Svein í Prestgarði, við fylgi, til USA, at innspæla nýggja fløgu.
Nýggja fløgan verður innspæld í Crossrods Studio í Arden NC. Hetta er sama studio, sum bleiv brúkt til hansara fyrstu fløgu, sum kom út á heysti 2015, og var sera væl móttikin.
Tað verða Jeff Collins og David Johnson, sum koma at vera framleiðarar/produsarar og professionellir amerikanskir tónleikarar sum spæla.
Fløgan kemur á marknaðin í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo