OY Voxbotn 2023: Superloader spæla rokk tónleik, so tað brakar eftirí. Teir siga seg vera inspireraðar av bólkunum Foo Fighters og Metallica, og spæla teir tann stílin, við bæði guitarriffum og dominerandi trummuspæli. Mest kendir eru teir fyri sínar liveframførslur, har teir eru ógvuliga orkufyltir á pallinum og duga væl at hava samband við áhoyrarafjøldina. Superloader eru sterkari og betri enn nakrantíð fyrr og eri klárir at vísa hetta á OY Voxbotn 2023, sum verður vikuskiftið 23. og 24-juni.
Bólkurin varð stovnaður í 2015, og hevur tað hevur verið stór útskifting í bólkinum í gjøgnum tíðina. Í 2021 fann bólkurin røttu manningina og hevur tað gingist bókinum sera væl síðani tá.
Superloader er nú sterkari enn nakrantíð, siga limirnir. Bólkurin er nú mannaður av fyrrverandi limum í Volbeat, Ramblin Vibes og Blå nætter. Teir hava seinasta árið útgivið tvær EP’ir og arbeiða við tí triðju, sum væntandi kemur út i heyst.
Bólkurin er nú mannaður av Bjørn Billy Poulsen sum sangara og guitarspælara, Anders Kjølholm sum kórsangari og bassspælari og Kristian Rikard Buck sum trummuspælari og kórsangari.
Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen koma á OY Voxbotn 2023.
Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.
Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,
OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema
Les meira á www.voxbotn.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo