Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nýggjársnevndin í Vági: Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. -Og í Vági verður stórur dentur lagdur á, at tað skal verða okkurt fyri allar aldursbólkar á Føroya størsta nýggjárshaldi.

Nýggjársnevndin í Vági er sera fegin um at kunna boða frá, at umframt Eyðun, Kim & Terja við orkestri, so fara Sunrise at spæla til dans á nýggjárunum í Vági.

Sunrise spæla framúr góðan dansitónleik og fara til Nýggjársdansinum á Eiðinum at spæla í VB-húsinum, meðan Eyðun, Kim & Terji spæla í Vágs Høll. -Hetta er ein liður í at skapa eitt tiltak, har ung sum tilkomin eru vælkomin í dans, tí verður eisini skipað fyri dansi bæði til yngru ættarliðini og til tey tilkomnu.

Á nýggjárunum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!

Nýggjárshaldið í Vági - eitt minni fyri lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo