MEA: MEA - húsið fyri familjumenning, hevur økt munandi um virksemið seinastu árini, hóast stovnurin enn er rímiliga nýggjur. Arbeiðið hjá stovninum savnar seg fyrst og fremst um at skapa góð sambond millum menniskju bæði í parlagi og uttan fyri parlag.
Í samband við at undanfarna forkvinna, Sonja í Gong, fór frá, valdi nevndin at skipa seg við Suna Poulsen, sum formanni.
Suni Poulsen er Cand. Psyk. aut, og arbeiðir sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur. Hann hevur millum annað áður arbeitt á psykiatriska depilinum, verið verkætlanarleiðari á Heilsutrygd og hevur arbeitt við vinnusálarfrøði.
Í stýrinum fyri MEA, sita eisini Mattias Stølen Due, Cand. Psyk. aut., stjóri í Center for familieudvikling í Danmark og Jórun Gardar, Cand. Merc. Kom., ráðgevi/varastjóri í Vinnuhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo