Enn ein Summar Festivalur er farin aftur um bak. Tveir og ein hálvur dagur við framúr góðum veðri og stórslignum konsertum, og so eitt meiri vátt kvøld, har broytingar vóru gjørdar, men fólk framvegis vóru í framúr festivalhýri.
Nú er greitt, nær næsti Summar Festivalurin verður hildin. Fyrireikararnir hava gjørt av, at Summar Festivalurin í 2017 verður hildin í døgnum frá 10. til 12. august.
Forsølan til Summar Festivalin 2017 byrjar í november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo